Nú er greitt, at ólavsøkkonsertin hjá FUT verður frá klokkan 20 til klokkan 03.00. Hetta hóast, upprunaliga loyvið bert var frá 21:30 til 02:00, men ógjørligt hevði verið at avgreitt allar 10 bólkarnar upá so stutta tíð.
Tí fegnast fyrireikararnir um, at myndugleikarnir gingu ynskinum um longda spælitíð á møti og vóna teir, at hetta eisini fær fleiri lurtarar í kommunuskúlagarðin tann 27. juli.










