At bretska løgreglan hevur handtikið átta menn, sum eftir øllum at døma høvdu ætlanir um yvirgang, hevur ikki sissað fólk í London. Heldur tvørturímóti eru fólk farin at stúra fyri atsóknum.
Blaðið Evening Standard skrivar frá einari keldu í fregnartænastuni, at teir tiknu menninir ætlaðu ikki at søkja at herstøðum ella almennum stovnum, men at vanligum London-búgvum.
Fyri fjúrtan døgum síðani segði løgregluovastin í London, Sir John Stevens, at tað slepst ikki undan einum yvirgangsálopi á høvuðsstaðin. Hann væntaði, at handilshús, matstovur og ølstovur mugu roknast sum álopsmál. Tað sama segði borgarstjórin, Ken Livingstone.
Varastjórin í Scotland Yard, Peter Clark, sigur við Evening Standard, at vandin fyri yvirgangi í London er stórur, og at fólk eiga at vera varin og at halda eygað við øllum óvanligum.
? Vandin er veruligur, sigur Peter Clark við blaðið.