London hevur leiðsluna

Eftir at summi av liðunum hava spælt tveir og summi tríggjar dystir í ársins Premier League-kapping, eru tað trý London-feløg, ið eru komin best frá byrjan

FÓTBÓLTUR

 

Nú enska fótbóltskappingin av álvara er farin í gongd, eru tað trý feløg úr London, sum hava fingið bestu byrjanina og manna trý tey ovastu plássini. Tey eru Tottenham, Chelsea og Arsenal, sum beint í hølunum á sær hava tey bæði Manchester-feløgini, United og City.

Nógv bendir á eina spennandi kapping, og ikki er heldur sørt, at tey óvæntaðu úrslitini alla tíðina liggja og lúra. Hesa ferð var eingin sensatión, men sjálvt tey, ið verða mett at liggja í tyngra endanum, royna at bíta frá sær.

 

Søguligu Spurs

Í fjør fekk Tottenham ringastu byrjanina nakrantíð í Premier League, men í ár er vent í holuni, tí ongantíð fyrr hevur liðið lagt út við trimum sigrum á rað. Triði sigurin kom til høldar í eini London-uppgerð á útivølli ímóti West Ham.

Í hesum dysti fekk West Ham-spælarin, Carlton Cole, ein høvuðsleiklut. Fyrst legði hann West Ham á odda við einum drønskoti, men fimm minuttir seinni var tað hansara feilur, at Tottenham fekk svarað aftur, tá hann mestsum spældi Jermain Deofoe leysan.

Við til søguna hoyrir, at tá Tottenham ellivu minuttir fyri tíð staðfesti 2-1 sigurin, var tað eisini eftir ein brølara í West Ham-verjuni.

 

Teir hava alt

Carlo Ancelotti má sigast at hava fingið eina dreymabyrjan sum venjari í Chelsea, nú liðið higartil hevur vunnið tríggjar av trimum møguligum sigrum. Bert málmunurin ger, at Tottenham er frammanfyri.

Hesa ferð vann Chelsea trygt á Fulham, har framherjarnir, Didier Drogba og Nicolas Anelka, gingu undan við at spæla hvønnannan fríar til mál.

– Drogba og Anelka spældu sera væl, og henda dystin vístu teir, at teir duga at spæa saman. Anelka er skjótur og Drogba sterkur, so tilsamans hava teir alt, segði Ancelotti.

 

Unga Arsenal

Undan hesum kappingarárinum vóru fleiri ivasom, hvussu unga Arsenal-manningin fór at standa seg í ár, men higartil hevur liðið hjá Arsene Wenger svarað aftur við tveimum stórsigrum.

So mikið væl hevur ligið fyri at skotið mál, at Arsenal hevur nógv bestu málúrtøkuna, hóast liðini omanfyri hava spælt ein dyst meira.

Í fyrsta heimadystinum á Emirates hetta kappingarárið, vísti Arsenal enn eina ferð, at hinir meistaraheitisbiðlarnir helst skulu vænta sær kapping frá The Gunners.

 

United við aftur

Ensku meistararnir úr Manchester United fingu rist skelkandi tapið í vikuni ímóti Burnley av sær, tá teir um vikuskiftið vunnu 5-0 á útivølli ímóti Wigan.

Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men tá Wayne Rooney skoraði til 1-0 í 56. minutti, var tað hansara mál nummar 100 fyri United. Hann skoraði eisini til 3-0.

– Tú noyðist at reisa teg aftur, tá tú hevur tapt, segði venjarin, Sir Alex Ferguson, sum annars gramdi seg um, at seks upplagdir kjansir vóru brendir í fyrra hálvleiki.

Hann og spælararnir jagstra fjórða meistaraheitið á rað. Eydnast tað, er tað nýtt met í Premier League.

 

City hongur í

Eisini Manchester City er komið væl frá byrjan, og hesa ferð fekk fyrrverandi Arsenal-framherjin, Emmanuel Adebayor, víst áskoðarunum á heimavøllinum hjá City, at hann eisini kann skora fyri sítt nýggja felag.

Ímóti Wolverhampton, sum er uppflytari, vann City ein tunnan, men kærkomnan, 1-0 sigur. Sostatt hevur pengasterka felagið í Manchester fingið víst, at roknast skal kanska við enn einum avbjóðara.