Lombini eru verri fyri

Sambært mátingum hjá Búnaðarstovuni viga bæði ær og lomb minni í ár enn um somu tíð í fjør.

Búnaðarstovan var á fjalli fríggjadagin. Búnaðarstovan samlar regluliga hagtøl um vektina hjá seyðinum, fyri at kunna menna ein hagtalsgrunn, sum kann vera bóndum og øllum, ið fáast við seyð, til hjálpar.

 

- August er ikki vanlig fjalltíð, men hetta fjallið kann geva okkum svar uppá ymsar spurningar. Um vit halda fram at viga í august, fáa vit eina mynd av, hvussu nógv lombini tyngjast seinastu vikurnar undan fletting. Tað kann vera hent at vita hjá teimum, sum fletta tíðliga at selja feskt, fyri at kunna áseta rættan søluprís. Vit máta hita og avfall á Búnaðarstovuni, og tá hesar seyðaskrásetingarnar eru gjørdar í fleiri ár, fáa vit væntandi eina greiða mynd av, hvussu nógv veðrið ávirkar vektina.

 

Tølini frá rakstrinum hjá Búnaðarstovuni fríggjadagin benda á, at seyðurin er verri fyri í ár enn í fjør. Tað hevur verið nógv tos millum seyðamenn, um at várið og summarið hava verið stak vánalig, og at hetta hevur havt ringa ávirkan á seyðin Umframt at nógvir siga seg hava mist nógvan seyð, tykjast bæði ær og lomb at vera verri fyri enn vanligt. 

 

Hetta verður í ávísan mun stuðlað av tølunum frá Búnaðarstovuni. Meðan miðalvektin á lombum í august í fjør lá um 38 pund, so er hon í ár 35 pund. Í juli vigaðu lombini um 22 pund, í mun til beint undir 25 pund í fjør.

 

Sama rák sæst eisini millum ærnar. Meðan vekt áa var um 46 pund í august í ár, var hon 52 pund í fjør. Í juli vigaðu ærnar 44 pund, í mun til 51 pund í fjør.