Áki Egilsnes skoraði eitt mál og tók síni tøk í verjuni tá lið hansara, EHV Aue loksins vann ein dyst aftur í 2. bundesligu í Týsklandi aftaná seks tap og ein javnleik.
EHV Aue vann ein sera kærkomnan 28-26 sigur á Emdetten á útivølli frammanfyri 1.400 áskoðarum.
EHV Aue er framvegis undir niðurflytingarstrikuni við 11 stigum fyri 18 dystir, men nú eru bert tvey stig upp til fjórðaftasta liðið.
Bert seks stig skilja nummar átta, Ludwigshafen sum hevur 17 stig og EHV Aue sum hevur 11 stig.
3. jóladag klokkan 16 spælir EHV Aue seinasta dystin undan vetrarsteðginum tá Dessauer kemur á vitjan.
Dessauer hevur bert trý stig fleiri enn EHV Aue.
Aftaná komandi umfar sum verður leikt 2. og 3. jóladag hevur 2. bundesliga ein vetrarsteðg til fyrst í februar.