Loksins sodnaði á Vaglinum

Jógvan Arge svarar Helenu Dam á Neystabø aftur um risa íløgurnar í ítróttin.

Í gjárkvøldið boðaði Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar býráði, frá, at mentamálanevndin er vorðin samd um at farast skal undir at tvífalda høllina á Hálsi og somuleiðis útbyggja høllina í skúlanum á Argjahamri til tess at bøta um umstøðurnar hjá innanduraítróttunum í høvuðsstaðnum.

Undir viðgerðini av fíggjarætlanini, sum verður fyri býráðið týsdagin í næstu viku, fanst Jógvan Arge, varaborgarstjóri, at framferðini hjá býráðsfeløgum sínum. Hann metti lítið høpi vera í og "at sjálvt høgra hond visti ikki longur, hvat vinstra hond ger á Vaglinum”, sum hann orðaði seg. Hetta fór ikki ósvarað framvið borðinum hjá Helenu Dam á Neystabø.

- Eg síggi at Jógvan Arge finst at í Sosialinum. Heldur enn at klandrast fari eg at fegnast um, at vit í Mentamálanevndini í semju eru komin fram til sera skilagóðar avgerðir fyri ítróttin í Havn og á Argjum, segði hon við in.fo í gjárkvøldið.

Jógvan Arge fegnast eisini hóast alt.

- Nýggjar hallarætlanir á Hálsi og á Argjahamri eru frambrot, sum vilja nakað, sigur Jógvan Arge í dag, sum tó ikki vil lata alla æruna upp í hendurnar hjá samgonguni í býráðnum.

- Hesi frambrot fyri ítróttin í Havn og á Argjum høvdu neyvan sæð dagsins ljós, um oddafólkini í samgonguni í býráðnum sluppu at sita einsamøll við málinum. Spurningurin um betri hallarumstøður hevur hetta samgonguskeiðið rikist úr einum horni í annað og mundi farið heilt av sporinum fyri heilt stuttari tíð síðani. Tá var ætlanin at byggja eina hálva høll upp í høllina á Hálsi, peikar Jógvan á.

Hann rør fram undir, at útbyggingarnar upprunaliga ikki vóru hugskot hjá mentamálanevndini, men at hon er vorðin trýst til tað av ítróttarfeløgunum.

- Feløgini, sum hava heimstað í Gundadali, sendu býráðslimum harmaljóð um hetta ískoyti, sum ikki økti nevnivert um hallartímarnar, ið eru tann stóri spurningurin. Við hesum takinum, sum nú er tikið í mentamálanevndini og ætlandi eisini í sjálvum býráðnum nakað skjótt, er øll grund til at fegnast. Hetta er eitt projekt, sum er sprottið úr teimum hugsanum, sum feløgini sjálvi hava lagtfram, og sum loksins tykist vera sodnað á Vaglinum, sigur Jógvan Arge.

Við in.fo segði Helena Dam á Neystabø í gjár, at stóra íløgan ikki einans verður fingin til vega í 2016, men at hon er tøk frá seinastu fýra til fimm árinunum. Heldur enn at hetta er tilætlað savnan av peningini til hesa stóru íløgu, so heldur Jógvan Arge, at tøka játtanin er úrslit av at málið hevur gingið striltið.

- Av tí, at tað hevur gingið so striltið at loysa málini, hava íløgujáttanir hópað seg upp, og við játtanini á fíggjarætlanini fyri 2016, skuldu ætlanirnar verið fíggjaðar. Samstundis, sum hendan útbygging fer at gagna feløgunum í Havn, fer útbygging av dupultu fimleikahøllini á Argjahamri til hondbóltsstødd at gagna ymsum ítróttum á Argjum, sigur varaborgarstjórin.

Sambært honum, so vóru atfinningarnar hansara í Sosialinum tilætlaðar og hava nú rokkið endamálinum.

- Eri fegin um, at eg fyri eini viku síðani skrivaði eina meting av støðuni, sum nú er fallin forkvinnuni í mentamálanevndini fyri bróstið. Eg eri sannførdur um, at henda grein hevur skundað undir málini, og tað var endamálið, sigur Jógvan Arge at enda.