Nógv umrødda og útskeldaða bidragið á realkredittlán lækkar. BankNordik boðar í kvøld frá, at bankin frá 1. apríl at rokna lækkar bidragið, úr 1,9 prosent niður í 1,7 prosent.
Rentan á realkredittlán hevur verið metlág síðstu árini. Fyri styttru lánini er rentan komin heilt niður á 0,5 til 0,6 prosent. Tí er tað fallið í eyguni á fleiri, at sonevnda bidragið, umsitingarkostnaðurin av láninum, hevur verið heilt upp á 1,9 prosentum tríggjar ferðir rentuna.
Føroysku peningastovnarnir hava vart seg við, at orsøkin til høga bidragið millum annað er, at bankarnir mugu veita trygd fyri øllum teimum realkredittlánum, sum donsku realkredittfeløgini BRF og DLF senda heim til ávíkavist Eik Banka og BankNordik.
Serliga tí hevur bidragið, ið føroyski kundin má rinda, eisini verið munandi hægri enn bidragið, ið er álagt donsku kundunum.
Men nú tekur BankNordik so eitt stig øvugta vegin. Frá 1. apríl lækkar bidragið á realkredittlán úr 1,9 niður í 1,7 prosent. Tað merkir alt annað líka eina rentulækking á 2000 krónur um árið fyri hvørja millión í láni.
Tá BankNordik herfyri legði fram ársroknskapin við 121 milliónum í yvirskoti fyri samtakið, segði Janus Petersen í samrøðu við Sosialin, at bankin var á veg við tilboðum.
- Eg kann siga somikið, at tey sum vilja vera kundar hjá okkum, fáa munandi betri treytir enn áðrenn. Her vera lægri prísir á lánum og øðrum gjøldum, segði Janus Petersen við Sosialin í tí sambandi.









