Arbeiðsmenninir, sum bygdu kendu Giza-pyramidurnar í Egyptalandi, vórðu lokkaðir til hetta arbeiði við tað, at teir fingu nógv kjøt til matna.
Fornfrøðingar hava nýliga funnið leivdir av stórum matstøðum - ella støðum, har veitan av mati fór fram.
Leivdirnar eru funnar nakrar hundrað metrar frá kendu Sfinx-standmyndini í einum øki, sum verður rópt "The Lost City of The Pyramid Builders".
Fornfrøðingar hava eisini funnið nærliggjandi gravarstøð, har bæði leivdir at menniskum og djórum eru funnar.
Bygt á leivdirnar av beini, føðslutøl og onnur viðurskifti í bygdini, eru fornfrøðingarnir komnir eftir, at tað hevur verið lættari at fingið menninar at arbeiða, tá teir fingu mat og medisinska viðgerð.
Orøkin til, at fornfrøðingar halda, at medisinsk viðgerð eisini hevur verið tengd at tilboðnum um arbeiði, er, at leivdir eru funnar av brotnum beinum, sum eru grødd.
- Teir, sum stóðu fyri arbeiðunum, tóku sær væl av arbeiðsmonnunum, sum fingu nokk at eta og viðgerð, um tað var neyðugt, sigur høvuðsgranskarin í bólkinum av fornfrøðingum, Ancient Egypt Research Associates, Richard Redding, við LiveScience.com.