Lokalar prinsessur á pall í Kollafirði

Tað verður flott og festligt, tá 50 gentur fara at sýna fram nýggjar kjólar fríggjakvøldið.

 

Sundalagsstevna verður um vikuskiftið, og alt byrjar við eini heilt serligari framførslu í tí gamla, grøna pakkhúsinum á kaiini í Kollafirði fríggjakvøldið kl. 18:30. Pakkhúsið er gjørt um til eina framsýningarhøll til høvið.


Tað er Laila av Reyni sum er stigtakari, og hon hevur sjálv farna hálva árið seymað ikki færri enn 50 kjólar, sum gentur úr økinum fara at sýna fram. Allar havi regluliga gingið til Lailu at passa hesa tíðina, so tær fáa júst tann rætta kjólan í bæði stødd og stíli.


Framførslan er skipað so, at fyrst koma 30 prinsessur í aldrinum 6-11 ár, síðani 20 ungar gentur í aldrinum 11-16 ár – og til endans 10 vaksnar damur at sýna fram ’strees fashion’ sum næmingarnir á Klædnadeildini á Glasi hava sniðgivið.
Sum altíð hjá Lailu av Reyni verða kjólarnir litfagrir, flottir og festligir – og toyið kemur úr so ymiskum londum sum Sri Lanka, Kenya, Grand Canaria, Ungarn, Skotlandi og Danmark. So tað verður uttan iva rættur Disney-stemningur á kollfjarðarkai hesa løtuna.


Millum framsýningar av kjólunum verða dansiframførslur og syng framførslur.
Til endans verða kaffi og køkur at fáa.