Lønarhækking til tey fátøku skapar vøkstur

Ójavni var orsøkin til fíggjarkreppuna, sigur frágreiðing hjá altjóða gjaldoyragrunninum IMF.

Ójavni var orsøkin til fíggjarkreppuna, sigur frágreiðing hjá altjóða gjaldoyragrunninum IMF.

 

 

Tað passar ikki, at búskapurin verður betur fyri – meira dynamiskur, um vit økja munin á inntøkum hjá ríkum og fátøkum.

 

Tað staðfestir ein frágreiðing, sum nakrir búskaparfrøðingar hjá altjóða gjaldoyragrunninum, IMF, hava gjørt, skrivar bretksa blaðið The Guardian.

 

Frágreiðingin vísir, at vaksandi ójavni er ikki góður fyri búskaparvøksturin.

 

Teir fimm búskaparfrøðingarnir frá IMF, sum hava gjørt kanningina, vísa aftur tann sonevnda »trickel down« politikkin, har búskaparligir fyrimunir til tey ríkastu gera, at tað regnar á tey fátøku. At tað dryppar á deknin.

 

Búskaparfrøðingarnir halda hinvegin, at stjórnir heldur eiga at hjálpa teimum fátækastu 20 prosentinum av fólkinum, um tær veruliga vilja hava gongd á vøstkurin.

 

Búskaparfrøðingarnir hava kannað viðurskifti í fátækum londum, í londum við vakstrarbúskapi og í ríkum londum.

 

Niðurstøðan er millum annað, at tøknilig framstig, veik fakfeløg, vaksandi altjóðagerð og skattaátøk, sum geva teimum ríkastu fyrimun, hava gjørt vaksandi ójavnan til størstu avbjóðingina í okkara tíð.

 

Sambært IMF hevur tað stóran týdning fyri búskaparvøksturin, hvussu inntøkurnar verða býttar.

 

– Um inntøkuparturin hjá teimum ríkastu 20 prosentum veksur, fellur vøksturin í BTÚ upp á stutta tíð, og tað merkir, at fyrimunirnir ikki røkka til tey við teimum lægru inntøkunum. Hinvegin merkir ein øking í inntøkupartinum fyri tey fátækastu 20 prosentini størri vøkstur í BTÚ, sigur frágreiðingin sambært bretska blaðnum.

 

Frágreiðingin endurtekur óttan fyri vaksandi ójavna, sum stjórin í IMF, Christine Lagarde, fleiri ferðir hevur ávarað ímóti.

 

– At økja inntøkupartin hjá teimum fátækastu og at tryggja, at miðalklassin ikki verður hóttur, er í veruleikanum gott fyri vøksturin, sigur frágreðingin.

 

Men sambært niðurstøðuni eru mótsetningar millum búskaparligar greiningar hjá IMF og tann politikk, sum IMF førir mótvegis londum sum eitt nú Grikkalandi.

 

IMF hevur millum annað roynt at gera rættindini hjá arbeiðarum veikari í samráðingunum í Athen – júst tað, sum hendan frágreiðingin ávarar ímóti.

 

Granskingin vísir, at ein viknan av reguleringum á arbeiðsmarknaðinum hongur beinleðis saman við størri ójavna og økir inntøkuna hjá teimum ríkastu 10 prosentunum.

 

Frágreiðingin spyr eisini eftir fleiri íløgum á heilsu- og útbúgvingarøkinum, sum minka fátækadømið – og ein meira progressivan skattapolitikk.

 

– Fíggjarpolitikkur hevur longu ein týdningarmiklan lut í mun til at minka búskaparliga ójavnan í nógvum ríkum londum, men fordeilingspolitikkurin kann verða styrktur við størri fokus á at skatta ognir, bygningar og meira progressivan skatt, skriva búskaparfrøðingarnir í frágreðingini.