Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fer í morgin klokkan 10 á Amalienborg at kunngera nýggju stjórnina fyri hennara hátign, Margretu drotning.
Hesum boðaði forsætismálaráðharrin frá á tíðindafundi seinnapartin í dag, har eisini Anders Samuelsen úr Liberal Alliance og Søren Pape Poulsen úr Konservativa Fólkaflokkinum vóru við.
– Vit hava formulera ein rættiliga góðan politikk í tí 86 síðurs stjórnargrundarlagnum, sum vit nú eru samd um, og sum verður útgangspunktið, tá eg í morgin klokkan 11 (kl 10 føroyska tíð) fari at kunngera nýggju stjórn Danmarkar, segði Lars Løkke Rasmussen.
Enn er ikki komið alment fram, hvussu nógvir ráðharrar verður í nýggju VLAK-stjórnini, ella hvørji skulu vera ráðharrar í nýggju stjórnini.
Í vinstrastjórnini, sum hevur sitið higartil, eru 17 ráðharrar, men roknað verður við, at komandi VLAK-stjórnin skl hava fleiri ráðharrar, tá bæði Liberal Allicance og Konservativi Fólkaflokkurin skulu hava fleiri ráðharrastovur.
Roknast kann eisini við, at fleiri ráðharrastovur verða býttar sundur soleiðis, at tað slepst undan at senda ov nógvar av sitandi ráðharrum til hús.










