Løkke fordømir koranbrenning í Keypmannahavn

Tað er at sýna »eina skemdargerð« at gera seg inn á átrúnað hjá øðrum

 

Rasmus Palundan hevur provokerað nógv við at brenna koranir Finn Frandsen/Ritzau Scanpix

Tað segði Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri í Danmark, eftir at ein bók fríggjadagin varð brend við irakisku sendistovuna í Keypmannahavn.

Hann førdømir gerðina. 

– Eg fordømi slíkan býttleika, sum nakrir fáir einstaklingar gjørdu í gjár framman fyri irakisku sendistovuna, segði Lars Løkke Rasmussen í eini skrivligari viðmerking.

– Tað er ein skemdargerð at gera seg inn á átrúnað hjá øðrum. Tað snýr seg bæði um at brenna koranir og átrúnaðarlig tekin. Tað er einki annað endamál enn at provokera og skapa spjaðing.

Løgreglan í Keypmannahavn hevur áður upplýst, at »ein bók« varð brend við irakisku sendistovuna. Í dag hevur danska uttanríkisráðið fordømt tiltakið sum eina koranbrenning.

/ritzau/

 

 

Rasmus Palundan hevur provokerað nógv við at brenna koranir Finn Frandsen/Ritzau Scanpix