Vit kundu sett okkum niður afturá og fegnast um, at vend er komin í. Tí nú veksur fólkatalið aftur - annað árið á rað - eftir øvuta gongd í mong ár. Arbeiðsskapandi politikkurin hjá sitandi samgongu er uttan iva ein meginorsøk. Men fyrst av øllum eiga øll tey tøkkina, sum velja Føroyar.
Tað er støðugt neyðugt at betra um vánirnar hjá ungum familjum og einstaklingum at velja Føroyar. Umstøðurnar í okkara grannalondum toknast teimum ungu. Stóru býirnir við øllum tí spennandi, har er at uppliva. Teirri kappingini kunnu vit ikki luttaka í.
Men Føroyar hava so nógv, sum útlandið ikki hevur. Familjan, vinirnir, náttúran, maturin, felagsskapurin og friðurin eru alt orsøkir, sum skunda undir hjá teimum flestu at velja Føroyar. Kundu vit boðið somu sømdir til ung eftir loknan lestur, sum onnur lond bjóða sínum ungu, høvdu enn fleiri valt Føroyar.
Startpakkin
Tað ætlar Miðflokkurin. Vit hava sett ein startpakka saman, sum skal gera tað munandi lættari hjá ungum undir ymsum umstøðum at velja Føroyar. Vit halda, at øll, sum
- Fara í hjúnarlag
- Venda heim eftir lokna útbúgving
- Eiga fyrsta barnið
- Flyta heimanfrá í íbúð ella egnan bústað
skulu eftir egnum tørvi kunna velja ein av hesum møguleikum
- Skattafrítøku í ávísa tíð
- Upptøku í Als beinanvegin
- Frípláss á stovni í ávísa tíð
- Bústaðarstuðul í ávísa tíð
Hendan skipan vil lata hurðar upp fyri teimum, sum vilja festa búgv og festa røtur í Føroyum. Á hendan hátt skal ongin vera í iva um, at tað gagnar samfelagnum, hvørja ferð ein legst afturat fólkatalinum. Íløgan frá felagsskapinum í ungu familjuna, sum velir at byggja land í Føroyum, er besta íløgan. Antin vit seta hetta upp sum eitt fíggjarligt ella menniskjaligt roknistykki, vil úrslitið í øllum førum vera vinningur.
Miðflokkurin, eitt trygt samfelag.
Bill Justinussen, valevni hjá Miðflokkinum.