Løgtingsmaður útgivið sína fimtu bók

Hanus Samró hevur givið út sína næstu bók um fiskivinnumál í 2015.

Løgtingsmaðurin Hanus Samró gav fyrr í vikuni út bókina Stríðið um makrelin – Tá Føroyar slitu strandarlandaavtaluna og kravdu sín sjálvsagda rætt.


Sum heitið gevur eina ábending um, so viðgerð bókin tær samráðingarnar, ið vanliga verður sipa til sum makrelstríðið.


Bókin er í ein stóran mun ein gjøgnumgongd av stríðnum, har serliga dentur verður lagdur á leiklutin hjá Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharra.


Hanus Samró hevur áður útgivið fýra aðrar bøkur. Tær eru skaldsøgurnar Tey bæði – trúfesti og fullkomin friður frá 2011, Hans Jensen frá 2013, Ein Dagføring frá 2014 og so Stríðið um fiskimarkið frá 2015.