Í nátt fór løgreglan undir eitt miðvíst átak at steðga bilum at vita um bilførarar vóru ávirkaðir av rúsdrekka.
Løgreglan sigur, at nógvir bilar vórðu steðgaðir og at ein bilførari varð tikin fyri at koyra við kenning.
Annars varð ein tikin fyri at koyra heldur skjótt – men ikki so skjótt, at hann misti koyrikortið, og ein fær bót fyri ikki at hava koyrikortið við sær í bilinum.