Løgreglan í týska býnum Frankfurt hevur í nátt handtikið tvey fólk, sum høvdu ætlanir um at fremja yvirgang ímóti súkklukappingini Rund um den Finanzplatz Eschborn-Frankfurt, sum er á skránni í morgin.
Týskir miðlar skriva, at talan er um eitt par av turkiskum uppruna, sum hevði yvirgangsætlanirnar. Løgreglan hevur rannsakað íbúðina hjá parinum, og har varð komið fram á eina rørbumbu, byrsur og aðra útgerð at fremja álop við.
Fleiri kend lið eru við í týsku súkklukappingini, sum hóast skelkin í dag væntast at verða avgreidd sum ætlað í morgin.