Í gjár varð løgreglan norðanfyri og kannaði ferðsluni. Og tey byrjaðu tíðliga, tí fyrst á skránni var at kanna ferðsluna í sambandi við at skúlarnir byrjaði í gjáramorgunin. Tað, tey serliga hugdu eftir, var, um børnini sótu í trygdarbelti. Og tað gjørdu tey, tí løgreglan sigur, at har stóð alt væl til.
Eitt sindur verri var, tá ið tey gjørdu ferðkanningar. Tá fingu fimm bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt. Har ferðslan varð kannað, var loyvt at koyra 80, og teir bilførararir, sum vórðu tiknir, koyrdu allir ímillum 100 og 105 kilometrar um tíman. Umframt klippið, fáa teir eisini bót.
Somuleiðis fekk onkur bilførari eisini bót fyri at tosa í fartelefon ímeðan hann koyrdi.