Løgreglan skeyt mann við knívi á Kongens Nytorv

Sambært eygnavitnum gekk ein maður fram ímóti løgregluni við knívi í hondini á Kongens Nytorv, og so varð hann skotin.

 

Løgreglufólk ansa manninum á Kongens Nytorv, eftir at tey hava skotið hann. - Foto: Morten Bjørn Jensen/Ritzau Scanpix

Ein maður er í morgun skotin mitt á Kongens Nytorv í Keypmannahavn og særdur av løgregluni. Skottilburðurin fór fram sambært Københavns Politi klokkan 10.27 danska tíð.

Sambært einum eygnavitni var eitt sindur av orkan, tá ein silvurgráur vørubiliur – sum vísti seg at vera ein løgreglubilur – forðaði manninum á vegnum. 

– Hann hevði okkurt blankt í hondini, sum eg haldi, var ein knívur. Tað komu nógv løgreglufólk úr bilinum, og so fór hann fram ímóti teimum, og tey skutu hann, sigur eygnavitnið við Ritzau.

Eygnavitnið sigur, at maðurin í sambandi við tilburðin rópti hart og sló silvurgráa bilin, áðrenn løgreglufólkini komu úr bilinum. Vitnið sigur, at løgreglan lat fleiri skot av ímóti manninum.

– Eg haldi, at tey raktu hann í beinini. Hann datt alt fyri eitt. Hann hevði eisini blóð á høvdinum, men eg haldi, at tað var frá fallinum, sigur eygnavitnið.

Eftir skottilburðin var eitt lítið økið kring staðið sperrað av, meðan fleiri løgreglufólk lógu á knæ kring mannin. Nakrar minuttir seinni kom sjúkrabilur á staðið.

Fólk hjá Ritzau á staðnum sóu, at tann særdi maðurin rørdi seg, tá hann var førdur í sjúkrabilin.

Alt hetta fór fram á útsynningssíðuni á flísalagda økinum, sum er rundan um standmyndina av Christian kongi V, sum stendur mitt á opna plássinum. Tað er teinurin millum Det Kongelige Teater og Nyhavn.

Tann særdi maðurin var stutt fyri hendingina komin á plássið av Strøget, sum gongur oman á Kongens Nytorv við metrostøðina. Har gekk maðurin og rópti eftir einum hundi.

Fleiri eygnavitni hava lýst mannin, sum um hann virkaði mentalt órógvaður.

 

##med2##

Københavns Politi hevur eftir skottilburðin upplýst, at maðurin er særdur og fær læknaviðgerð. Løgreglan upplýsir harumframt, at maðurin varð skotin eftir at hava ført seg fram hóttandi við knívi.

Harumframt vil løgreglan ikki upplýsa meira um hendingina, málið er latið Den Uafhængige Politiklagemyndighed.

Tað er Politiklagemyndigheden, sum í málum, har borgarar fáa skaða av gerðum hjá løgregluni, sum til dømis tá talan er um skot.

Myndugleikin hevur millum annað rætt til at reisa ákæru ímóti løgreglufólki, men í síðsta enda er tað yvirskipaði ákærumyndugleikin, Ríkisadvokatarnir í Keypmannahavn ella Viborg, eftir tilmæli frá Politiklagemyndigheden, ið ger av, um grundarlag er fyri at føra eitt revsimál.

/ritzau/

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Løgreglufólk ansa manninum á Kongens Nytorv, eftir at tey hava skotið hann. - Foto: Morten Bjørn Jensen/Ritzau Scanpix