Løgreglan ringdi og bað bilførara tendra lyktirnar

Tey 142 vakmyndatólini í Eysturoyartunlinum hjálpa løgregluni væl at fylgja ferðsluni

 

Á politistøðini í Havn kunnu tey fylgja ferðsluni í Eysturoyartunlinum gjøgnum 142 vakmyndatól.

Og tá løgreglan í gjár fekk fráboðan um bil í Eysturoyartunlinum, sum koyrdi við sløktum lyktum, so tók tað bara eina lítla løtu at finna bilin, nummarið hjá eigaranum, og so kundi løgreglan ringja og biða viðkomandi tendra lyktirnar.

 

Á politistøðini í Havn kunnu tey fylgja ferðsluni í Eysturoyartunlinum gjøgnum 142 vakmyndatól.