Løgreglan kannaði bilar av Norrønu


Tá ið Norrøna kom til Havnar í morgun í Suðuroy, stóð løgreglan á bryggjuni og kannaði bilar, sum koyrdu í land.

 

Løgreglan hevur eisini onkuntíð staðið fyri Smyrli, tá ið hann hevur lagt at, við tí endamáli at kanna bilførararnar, sum koyrdu í land.

 

Í gjárkvøldið, og í nátt, var dansur umborð á Norrønu ímeðan hon lá í Vági og har var fitt at fólki, eisini fólk norðaneftir, sum komu suður við Norrønu. Og tí var kanska vandi fyri, at promillan var í hægra lagi hjá onkrum.

 Norrøna fór úr Vági klokkan 8.30 í morgun og tá ið hon legði at í Havn steðgaði løgreglan bilunum, sum koyrdu íland.

 

Men løgreglan sigur, at alt gekk upp á stás í morgun og at ongin bilførari, sum koyrdi í land av Norrønu í morgun, varð skrivaður upp.