Løgreglan ger umfatandi ferðslukanningar

- Vit hava kannað eitt ótal av bilum, men seinasta samdøgrið hevur verið rímiliga gott skil í ferðsluni, sigur løgreglan.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at løgreglan seinasta samdøgrið hevur kannað eitt ótal av bilum í høvuðsstaðarøkinum og norðanfyri, og sum heild hevur skilið eftir øllum at døma verið rættiliga gott í ferðsluni.

 

Og tó.

 

Tað er sjáldan, tá kanningarnar eru so umfatandi, at einki er at seta fingurin á, og soleiðis var eisini hjá løgregluni í umfatandi kanningunum hesaferð. Eingin av bilførarunum, sum løgreglan steðgaði, koyrdi ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum.

 

Men, í ferðkanningunum er ein í vanda fyri at missa koyrikortið. Fýra bilførarar vórðu máldir at koyra ov skjótt. Ein fær bót, og tveir fáa klipp í koyrikortið. 

 

Eitt sindur verri stendur til hjá tí fjórða bilføraranum, sum rendi seg í radaran hjá løgregluni.

 

- Hesin varð máldur at koyra 85 kilometrar um tíman í bygdum øki og missir koyrikortið treytað. Tað merkir, at viðkomandi noyðist at taka koyrikortið umaftur, visti vaktleiðarin at siga í morgun.