Løgreglan gav bøtur í Sandoynni

Ferðsluløgreglan var í Sandoynni tveir dagar fyrst í hesi vikuni og gjørdi grein 13-kanningar.

Ferðsluløgreglan var í Sandoynni tveir dagar fyrst í hesi vikuni og gjørdi grein 13-kanningar.

 

Vaktleiðarin sigur, at nakrar bøtur vórðu skrivaðar, og í onkrum føri fingu bilførarar bót fyri meira enn tað eina brotið.

 

- Talan var mest um tey afturvendandi tingini, eitt nú, at okkurt ljós vantaði á bilinum, onkur sat ikki í trygdarbelti, og onkur hevði ikki koyrikortið uppi á sær.

 

Vaktleiðarin sigur, at í onkrum føri varð bót skrivað fyri vantandi trygdarbelti, og haraftrat hevði viðkomandi ikki koyrikortið uppi á sær.

 

- Tá tað er grein 13-kanning, gevur hvørt brotið sær ein 500 krónuseðil, og tí kann líkasæla gerast kostnaðarmikil.

 

Lagt verður aftrat, at eingi so álvarslig brot vórðu staðfest í kanningunum í Sandoynni, at bilar vórðu settir, ei heldur, at nakar førari misti koyrikortið.

 

- Slíkar bøtur, sum ferðsluløgreglan gav hesar báðar dagarnar,  eru mangan illa farnir pengar, tí tað er bíligari at skifta perurnar enn at rinda bótina.

 

Vaktleiðarin heldur, at tað eisini eru illa farnir pengar, tá fólk fáa bøtur fyri ikki at koyra í trygdarbelti - ella gloyma at hava koyrikortið uppi á sær.