Løgreglan fer nú at taka 571 sett av nummarplátum

Akstovan hevur givið løgregluni boð um at taka nummarpláturnar av 571 bilum

Akstovan hevur í dag latið politistøðunum kring landið 571 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2024.

 

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum, verður sagt av Akstovuni.