Tað er dómsvaldið, sum tekur endaliga støðu til, hvør revsingin skal vera fyri at bróta grindalógina.
Tað staðfestir løgreglan í tíðindaskrivi í morgun.
Seinastu dagarnar hevur spurningurin verðið reistur um, hvussu løgreglan og ákæruvald ætla at útinna grindalógina.
Serliga tók spurningurin seg upp í gjár, tá ið vit her á www.in.fo greiddu frá, at fólk, sum síggja eina grind, men ikki boða frá henni kunnu fáa 25.000 krónur í bót.
Les eisini: Tvinga útlendsk ferðafólk í Føroyum í grind
Løgreglan sigur, at tá ið grindalógin var til viðgerar, gjørdu Løgtingslimir greitt, hvat endamálið við grindalógini er, og hvør revsingin fyri at bróta lógina er.
Tað sæst í sjálvari lógini og løgreglan fer neyvt at fylgja samtykta lógini, sigur løgreglan.
Løgreglan sigur, at sum í øðrum málum, viðger løgreglan, og ákæruvaldið hvørt einstakt mál sær, við atliti til próvførslu og revsing, áðrenn nøkur revsing verður ásett.
Les eisini: Eisini Sea Shepherd noyðist at boða frá grind
Tað merkir, at tað er løgreglan, og ákæruvaldið, sum skuli prógva, at lógin er brotin, áðrenn nakar kann dømast.
- Útgangsstøði í grindalógini er, at revsingin er ein bót. Tað er bara í einstøkum førum, og undir skerpandi umstøðum, kann fongsulsrevsing koma uppá tal.
Les eisini: Hetta dámar mær øgiliga illa
Løgreglan sigur, at tá ið avtornar, er tað dómsvaldið, sum tekur endaliga støðu til, hvør revsingin fyri at bróta lógina er.
Og løgreglan hevur ikki fleiri viðmerkingar, til hvussu tey fara at útinna grindalógina í verki.