Fyri sløkum tíma síðani avbyrgdi norska løgreglan økið kring synagoguna í Oslo.
Talan var um bæði vanlig løgreglulið og bumbuserkøn hjá løgregluni.
Orsøkin var, at ein persónur, ið var hildin at hava løgnan atburð, var sæddur leggja frá sær eitthvørt aftanfyri synagoguna.
Hetta skrivar VG.
Fyri løtu síðani komu tó tíðindi um, at løgreglan hevur fingið orð á persónin, ið varð sæddur, og hevur hesin greitt frá bæði atferð og innihaldinum í tí, sum hann setti frá sær. Tí hevur løgreglan nú tikið seg aftur og alt er aftur sum vanligt kring synagoguna í Oslo, veit VG at siga.