Løgreglan ávarar um vatn á vegnum í Søldarfirði

Løgreglan hevur fingið nógvar fráboðanir um, at nógva vatn er á vegnum við oljutangarnar í Søldarfirði.

– Vit hava sent fólk á staðið at vera á varðhaldi, til Landsverk hevur loyst trupulleikan, sigur vakthavandi á politistøðini, sum heitir á fólk um at vísa størsta varsemi.

– Tað er vandamikið, um onkur bilførari kemur har við ov nógvari ferð. Har er okkurt tipt, og har er ein stórur hylur tvørtur um báðar vegbreytirnar, sigur vakthavandi, sum annars upplýsir, at seinasta samdøgrið hevur verið sera friðarligt hjá løgregluni.