Løgreglan ávarar ímóti nýggjum bilum í mjørka

Teir eru til ampa fyri ferðslutrygdina og tað skal førarin hava í huga

- Vit er javnan at fólk ringja til okkara, og boða frá, at tey koyra aftan á bilum í mjørkanum, sum ongin ljós hava aftan.

 

Tað sigur løgreglan í Havn. Og hetta høvið brúka løgreglan so eisini til at ávara nú nógvar av teimum nýggjaru bilunum, sum eru at síggja á vegunum, tí teir kunnu vera til stóran ampa fyri ferðslutrygdina.

 

Eftir reglunum er tað bara eitt krav, at bilar hava koyriljós framman og nú verða nógvir bilar gjørdir soleiðis, at teir hava ikki koyriljós aftan.

 

Hetta er ein stórur trupulleiki í Føroyum, tí her er so oftani mjørki, helst um várið og um hesa tíðina um summarið.

 

Og tá ið bilar koyra við ongum ljósum aftan, eru teir til stóran ampa fyri ferðluna, tí bilar, sum koyra aftanfyri, síggja teir ikki fyrrenn teir eru rættiliga tætt.

 

- Trupulleikin er, at bilarnir hava fín koyriljós framman, og tí er tað ofta, at bilførarin ikki hugsar um, at aftan er bilurin púra myrkur, sigur løgreglan. Tey siga, at tað er ein trupulleiki fyri trygdina, sum tey oftani verða gjørd varug við á løgreglustøðini.

 

Tí heitir løgreglan á bilførarar um at minnast til at tendra ljóskontaktina á bilinum, tí so tendra koyriljósini aftan eisini.

 

Tað hentasta er bara at hava ljóskontaktina tendraða altíð.

 

- Sjálvur hava eg altíð ljóskontaktina tendraða, tí tá ið eg snari lykilin, og steðgi motorinum, sljókna ljósini eisini, sigur vakthavandi løgreglumaður í morgun.