Løgreglan ávaraði um sera nógv vatn á vegunum

Tað hevur verið friðarligt á jólum hjá løgregluni, sum ongan gest hevur havt í varðhaldinum jólaaftan

Í gjárkvøldið sendi løgreglan út fráboðan um, at nógv vatn var á vegunum og bað fólk koyra varliga. 

– Tað gjørdu vit, tí vit fingu fleiri fráboðanir frá fólki um tað, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Tað regnaði illa, og tað var eisini nógvur vindur, sum merkti koyrilíkindini, men løgreglan hevur onga fráboðan fingið um nakran skaða í hesum sambandi.

– Her hevur verið sera friðarligt higartil hjá okkum. Vit hava ongan liggjandi og vóna, at hetta heldur fram øll jólini, sigur vaktleiðarin á politistøðin í Havn í morgun.