Eftir at hava fingið fráboðanir um misrøkt var løgreglan í gjár í Vágum og kannaði eitt festi. Og tá tað snýra sum djórahald, so eru altíð fólk frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni við løgregluni sum serfrøðingar á økinum.
Vaktleiðarin er ikki so tíðindafróður um málið, tí tað er enn á kanningarstøði. Men tað snýr seg um djórahald og um brot á umhvørvisverndarlógina í sambandi við rusk, sum er tveitt í hagan.
Enn er eingin skuldsettur í málinum, tí málið framvegis verður kanna, og tí at djóralækni frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skal gera sínar metingar.











