Løgmanssteypið: Víkingur er størsti favoritturin

Her eru miðaloddsini upp á tær fýra fjórðingsfinalurnar

Í dag vera tær fýra fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið avgreiddar. 

 

Tveir dystir byrja klokkan 15. Teir eru KÍ-B36 við Djúpumýru í Klaksvík, og EB/Streymur-AB í Hólmanum á Eiði.

 

Hinir báðir dystirnir byrja klokkan 17.15. Teir eru B71-B68 inni í Dal á Sandi, og Víkingur-Skála í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Veddingarfyritøkurnar hava EB/Streym, B68, KÍ og Víking sum favorittar. Víkingur er tó greitt tann størsti favoritturin.

 

HER eru miðaloddsini upp á tær fýra fjórðingsfinalurnar:

 

##med2##