Løgmaður vil hava nýggjan kanningarstjóra

Ivi hevur verið sáddur um gegnið hjá kanningarstjóranum í tunnilsmálinum, og nú sigur løgmaður sína hugsan.

Ivi hevur verið sáddur um gegnið hjá kanningarstjóranum, Anfinn V. Hansen, í tunnilsmálinum, og nú sigur løgmaður sína hugsan.

 

 

Løgmaður sigur í kvøld í sera stuttari viðmerking við nordlysid.fo, at nú áhaldandi ivi er sáddur um leiklutin hjá kanningarstjóranum í hesum málinum, er best fyri trúvirðið í okkara politisku skipan, at ein nýggjur kanningarstjóri verður funnin.

 

Hetta sigur hann vera sína persónligu sannføring, sambært viðmerking í Norðlýsinum fyri løtu síðani.