Javnaðartingmaðurin, Henrik Old, vil nú hava løgmann at greiða frá, hvørjar fylgjurnar vera, um danskar havnir verða stongdar fyri føroyskum fiskiskipum, ið royna eftir sild og makreli.
Henrik Old spyr Kaj Leo Johannesen, hvussu ofta og hvussu nógv, føroysk skip hava landað av sild og makreli beinleiðis í donskum havnum í 2011, 2012 og higartil í 2013.
Trýst á pílin undir myndini omanfyri fyri at hoyra javnaðartingmannin greið frá, hví hann vil hava løgmann at koma fram við hesum landingunum og hesum tonsatølunum.









