- Tað eru 4 vikur síðani, at eg tók avgerðina um at útskriva nýval. Tað var tá eg var í feriu, so eg havt fullan frið við hesi avgerðini.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú hann hevur útskriva val til at vera 1. september.
Júst tað, at val verður 1. september, er heldur ikki uttan orsøk.
- Tað eru nøkur praktisk viðurskiftir, ið gera, at eg meti 1. september vera ein góðan valdag. 1. oktober skal fíggjarlógin berast í tingið, so nú fær ein nýggj samgonga tíð at smíða sína egnu fíggjarlóg.
Løgmaður metir eisini, at tíðin var komin til, at veljarin slapp framat, til at døma um avrikini hjá samgonguni, og leiklutin hjá løgmanni í CIP-málinum.
- Eg meti, at kjakið er fari um mark. Andstøðan hevur brúkt og misbrúkt hetta málið. Nú helt eg tað verða rímiligt, at veljarin fær orðið. Landið koyrir í fullari ferð og búskapurin er í vøkstri. Tað er uppá tíðina, at vit fáa politikk á breddan og ikki karaktermyrðing frá andstøðuni. Tað er ein lætti, at veljarin nú fær orðið.
Sambandsflokkurin er klárur til val, og verða tað serliga Ríkisfelagsskapurin og búskapin, ið flokkurin fer at leggja dent á í valstríðnum.
- Vit hava gjørt tað mesta klárt. Vit fara at leggja dent á Ríkisfelagsskapin og búskapin. Tað er ikki rætt at gera ov nógvar broytingar nú. Tað er týdningarmikið, at vit ikki skapa ótta í samfelagnum, ið kann steðga vøkstrinum. Bæði búskapurin og fólkatalið veksur, so vit mugu vera varin við, at gera ov kollveltandi broytingar, ið kunnu beina fyri tí.
Løgmaður fer tó fyrst at njóta ólavsøkuna, áðrenn valstríðið byrjar av álvara.
- Í dag er ein rættiliga friðarligur dagur. Fríggjamorgun fara vit í gongd, men tað mesta er klárt. Vit hyggja fram og gleða okkum til eitt val, ið vit ynskja at vinna, sigur løgmaður at enda.










