Í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum setti Kaj Leo Holm Johannesen ítøkiliga navn á, hvør er orsøkin til, at Sambandsflokkurin stendur seg so illa í nýggjastu veljarakanningini.
– Tað er ein journalistur, sum eitur Liljan Weihe, sum er fyrrverandi skrivari hjá Tjóðveldinum, segði løgmaður.
Liljan Weihe hevur sambært løgmanni ábyrgdina av hetsini, sum Kringvarp Føroya hevur ført ímóti løgmanni og samgonguni. Hoyrið samrøðuna við løgmann í Kringvarpinum við at trýsta á pílin undir myndini.