Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við útvarpið.
Tað harmar løgmann, at tey í Gøtu arbeiða við fullari ferð at fyrireika G-festivalin, sum verður hildin annað vikuskiftið 15. til 17. juli.
– Vit sum festivalur hava verið hildin í óvissuni rættiliga leingi. Í øðrum londum hava festivalfyrireikarar fingið greið boð, men so hevur ikki verið í Føroyum, sigur Sigvør Laksá við útvarpið.
Hon vísir á, at tey longu í mai boðaðu frá, at tá var skeringspunktið hjá teimum, og tá varð støða tikin til, at festivalurin verður hildin sum ætlað.
Hon heldur tað eisini vera løgið, tá tað samstundis verður sagt, at ólavsøkan helst verður hildin sum vant.
– Vit eru úti, og sagt verður jú, at tað er tryggari at vera uttandura, so vit kenna okkum rímuliga trygg, sigur hon við útvarpið.