– Tað er neyðugt halda aftur. At reka ein varnan búskaparpolitikk, sama um krøvini til at brúka pengar eru stór. Størsta mistakið, vit nú kundu gjørt, er at oysa meira olju á bálið.
Tað sigur løgmaður í tíðargrein í Sosialinum í dag. Hann vísir á góðu gongdina í samfelagnum, men ávarar samstundis um, at vit ikki brúka ov nógvar pengar og at land og kommunur seta ov nógv virksemi í gongd.
– Tá ið arbeiðsloysið er so lágt, er skjótt, at fløskuhálsar taka seg upp. Og tá er skjótt, at minni fæst fyri pengarnar enn undir vanligum umstøðum. Tekin eru um, at partar av føroyska búskapinum eru heitir. Í løtuni er neyðugt at innflyta útlendska arbeiðsmegi, tí føroyska arbeiðsmegin megnar ikki at nøkta tørvin. Serliga í byggivinnuni er virksemið so stórt, at vanligi borgarin hevur trupult við at finna ein handverkara, nú land, kommunur og vinnan gera fleiri stórar íløgur, sigur løgmaður.
Hann vísir á, at tað er eitt av høvuðsmálunum hjá samgonguni at bøta um haldførið í búskapinum.
– Búskapurin er í løtuni ikki haldførur yvir langt áramál. Neyðugt er at seta varandi tiltøk í verk fyri at fáa inntøkur og útreiðslur at javnviga, sum frá líður, sigur hann og vísir á, at umsíðir er fingið avlop á løgtingsfíggjarlógina, sigur hann.
Aksel V. Johannesen vísir á, at høvuðsuppgávan hjá samgonguni í sambandi við fíggjarkarmarnar verður at byrgja upp fyri ovurupphiting og at bøta um haldførið í búskapinum.
– Søgan vísir, at búskapurin í Føroyum broytist ofta. Tað gongur ofta skjótt frá framburði til afturgongd. Tí verður neyðugt at vísa varsemi. Tí ber tað ikki til at brúka pening, sum vit ikki hava. Fígging skal vera til øll nýggj átøk, sigur løgmaður millum annað í tíðargreinini í Sosialinum í dag.
– Tað krevur dirvi í góðum tíðum at halda aftur í almennu útreiðslunum og íløgum. Men skulu vit tryggja okkara eftirkomarum ein sunnan búskap, verður neyðugt at vísa ábyrgd. Og tað ætlar samgongan, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.