Løgmaður í Fólkatinginum

Tá Fólkatingið verður sett í morgun, verður millum annað løgmaður til staðar.

Fólkatingið verður sett klokkan ellivu føroyska tíð og millum teirra, ið vera til staðar, er Føroya Løgmaður, Aksel V. Johannesen, umframt kongafamiljan.

 

Dagurin byrjar við gudstænastu fyri fólkatingslimirnar í Christiansborg Slotskirke klokkan níggju. 

 

Klokkan 10.40 kemur drotningin við fylgi til Christiansborg og klokkan 11 byrjar so fyrsti fundurin hjá nývalda Fólkatinginum. Í Fólkatinginum er tað tann limurin, ið hevur sitið longst, ið er formaður hendan fyrsta fundin og í ár er tað aftur Bertil Haarder frá Vinstra. Hann hevur nú sitið í Fólkatinginum í 35 ár.

 

Fyrsta punkt á skrá er tó val av fólkatingsformanni og væntandi fellur valið á Piu Kjærsgaard frá Danska Fólkaflokkinum, sum hevur verið formaður síðani 3. juli, tá Mogens Lykketoft fór frá. Síðani skulu næstformenninir veljast og verður tað eitt umboð fyri hvønn av teimum fýra størstu flokkunum á Fòlkatingi.

 

Eftir hetta er tíðin komin hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, at halda sína setanarrøðu. Her skal hann umrøða støðuna hjá ríkinum, umframt at leggja fram nakrar av ætlanunum hjá stjórnini komandi tíðina.

 

Viðgerðin av setanarrøðuni byrjar hósdagin klokkan níggju.