Løgmaður fer til Hetlands

Løgmaður fer í dag á vitjan í Hetlandi. Malcolm Bell, hetlendski stjórnarleiðarin, er vertur fyri vitjanini.

 

Umframt ein fund við hetlendska stjórnarleiðaran, skal løgmaður hitta fleiri hetlendskar politikarar, umboð fyri hetlendsku fiskivinnuna og aðrar áhugabólkar.

 

Vitjanin í Hetlandi endar mikudagin.