Kaj Leo Holm Johannesen, ætlar at bjóða seg fram í politikki enn einaferð. Hann hevur verið leingi í politikki, men tá ið løgtingsval verður aftur, verður hann eisini eitt av valevnunum, sigur hann.
Hann er enn í góðum árum, men hann sigur, at tað er ikki bara sum at siga tað. - Sálarliga er tað so mikið krevjandi, at fólk skulu royna tað fyri at skilja tað, heldur hann.
Kaj Leo Holm Johannesen varð valdur á Løgting í 2002 og í 2004 varð hann valdur til formann í Sambandsflokkinum.
Síðani 2004 hevur Sambandsflokkurin verið í samgongu, uttan í sjey mánaðir, tá ið CHE samgongan sat í 2008.
- Tvey tey fyrstu árini í politikki hevur ein nógv at læra, eisini sum løgmaður. Eg havi verið løgmaður í einari tí ringastu kreppuni, vit hava verið í, og tað hevur ikki altíð verið tespuligt. - Men tíðirnar batna aftur. Eg havi leitt í krepputíðum, og nú tíðir alt upp á, at vit eru komin upp á slætt. Og tað hevði eisini verið áhugavert at leitt undir heilt øðrvísi fortreytum, har tað ber til at raðfesta.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann brennur enn fyri politikki, og tí ætlar hann sær at stilla uppaftur, soleiðis sum støðan nú er.
Men tann dagin neistin er burtur, er best at gevast sama dag, leggur hann afturat.
|









