- Løgmaður hevur nú alment bjóða inn til lógarbrot. Tað heldur Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sum eisini var við til at smíða stýrisskipanarlógina. Tað, sakførarin sipar til, er, at løgmaður hevur alment boðað frá, at skal ein landstýrismaður koyrast frá, bara tí hann hevur brúkt meiri pengar enn Løgtingið hevur játtað honum, ber ikki til at hava landsstýrisfólk. Og tað hevur løgmaður gjørt í kjalarvørrinum á meirnýtsluni hjá Strandferðsluni, sum landsstýrismaðurin, Johan Dahl, visti av, men einki gjørdi við.
Tað, Løgmaður í veruleikanum sigur, er, at okkara yvirskipaða stýrisskipanarlóg skal ikki takast fyri flult, heldur løgfrøðingurin. - Við at góðtaka eitt púra klokkuklárt lógarbrot um óheimilaða meirnýtslu av almennum peningi uppá 4,4 milluónir krónur, hevur ovasti leiðari her í landinum sett skjøtil á eina niðurlaging av rættarsamfelagnum, kann fáa óhugnaligar avleiðingar.
- Løgmaður sigur, sum settur eftirlitsmyndugleiki av føroya fólki, at hann tekur ikki tekur ikki nøkur stig til tess, at eitt mandatsvik mótvegis føroyska skattaborgarunum uppá 4,4 milliónir krónur skal fáa nakrar fylgjur fyri tann, sum hevur ábyrgdina. - Við øðrum orðum hevur hann lagt støðið fyri nær tað er er logligt at snýta landskassan.
- Boðini frá Kaj Leo Holm Johannesen eru púra greið: Ongin landsstýrismaður, sum brúkar almennan pening í heimildarloysi undir 4,4 milliónir krónur, verður hereftir drigin til svars fyri fyri slíkt misbúk av almennum peningi.
- Næsti nátúrligi spurningur er so, um hesin sami løgmaður, og eftirmenn hansara, eisini fara at rættvísgera almennan stuldur fyri 7 milliónir, 15 milliónir 40 milliónir ella kanska 150 milliónir krónur - Ella hvar gongur nú veruliga markið fyri svansið við almennum peningi, sum
- Allar reglur í stýrisskipanini eru væl saktans javnbjóðis verdar, og tá tað er lógligt at bróta § 43 stk. 2,kunnu vit við góðum rætti spyrja, um so ikki aðrar reglur eins væl kunnu brótast uttan avleiðingar?
Les eisini: Anarki á hægsta stigi: Innbjóðing til lógarbrot
- Kann politiska valdið tá bara bróta § 4 í stýrisskipaanarlógini, soleiðis at løgtingsmenn bara kunnu vera sitandi longri enn ásetta valskeiðið, og neyðugt verður tá ikki at skriva út val 4. hvørt ár! - Ynskir samgongan loyniligar fundir, verður bara avgjørt at bróta § 17 í stýrisskipanarlógini um, at løgtingsfundir eru almennir! - Løgmaður nýtist tá heldur ikki at virða regluna í § 30 um, at hann skal fara frá í samband vi eitt misálit í løgtinginum!
- Vit tosaðu einaferð um eina bananrepublik, og harav fylgjandi reint anarki. Í tí sambandi mugu vit gera eina rættuliga tragska niðurstøðu, - at letur hetta seg gera hjá Kaj Leo Holm Johannesen og Johan Dahl, hava vit bæði, sigur Bjørn á Heygum.
|











