Eg vil hervið biðja Føroya Løgting um umbering fyri at geva løgtinginum skeivar upplýsingar.
Eftir at hava lisið drúgvu frágreiðingina hjá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra, ásanni eg, at mítt orðaval um ongan leiklut at eiga í break-fee avtaluni var óheppið og ikki rætt.
Tað harmist eg ómetaliga nógv um.
Soleiðis ljóðar brævið, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur sent løgtinginum í dag.
Kanningarstjórin, Hans Gammeltoft-Hansen, legði í gjár fram niðurstøður sínar av kanningararbeiðinum, hann hevur gjørt, um leiklutin hjá løgmanni og Kára P. Højgaard í samband við avtaluna við CIP um at byggja Skálafjarðartunnilin.
Løgmaður hevur bæði í gjár og fyrr í dag hildið fast við, at hann ikki hevði sagt ósatt, men tykist nú hava broytt mening og, sum hann sjálvur skrivar, ásannar hann nú, at orðavalið, um ongan leiklut at eiga í avtaluni, var óheppið og ikki rætt. Kanningarstjórin vildi vera við, at løgmaður sjálvur hevði gjørt avtaluna ella verið við viðvirkandi til, at avtalan varð gjørd.