Løgmaður átekur sær onga ábyrgd

- Verður málið ikki sent aftur í nevnd, so fari eg ikki at taka ábyrgdina, segði Edmund Joensen, løgmaður, m.a. undir viðgerðini av málinum um Framtaksgrunnin í tinginum í gjár



Ótryggleikin setti sín dám í tinginum í gjár, av tí at viðurskiftini við Framtaksgrunninum eru so ógreið, hvussu hann virkar ella ikki virkar, og um treytirnar, sum fíggjarnevndin í sínum áliti hevur sett fram, aftur fyri at geva løgmanni heimildir at konvertera lánspening til eginpening.

Harnæst eru tvey broytingaruppskot løgd fram, um at fáa nevndina í Framtaksgrunninum frá, sum Henrik Old hevur lagt fram, og eitt um at broyta viðtøkurnar fyri grunnin soleiðis, at nevndarlimir til eina og hvørja tíð kunnu siga seg frá, eins og tann, sum hevur valt teir, kunnu seta teir frá og seta aðrar í staðin.

Hetta seinna broytingaruppskotið settu fleiri tinglimir fram í felag. Teir eru: Óli Jacobsen, Atli Hansen, Henrik Old, Helena Dam á Neystabø og Óli Breckmann.


Galdandi lógir og brævið frá bankanum

Tvey viðurskifti vóru serliga nógv umrødd. Eitt var um, undir hvørjum lógum og reglum Framtaksgrunnurin virkar, og hitt um eitt bræv, sum stjórin í Føroya Banka skuldi havt sent.

Tað kom ikki greitt fram, um løgmaður hevði fingið brævið frá bankastjóranum, men Edmund Joensen nevndi í síni røðu, at ?tær treytir, sum fíggjarnevndin setir, fær Føroya Banka at sleppa sær undan bindingum við feløg í Framtaksgrunninum³.



- Hvat fara útlendingar at halda?

- Eg vil hava málið aftur í nevnd, og eg fari at biða menn hugsa seg væl um, tí hetta er álvarsmál, segði Edmund Joensen og skoytti uppí: - Hvat fara teir útlendsku bankarnir, sum fíggja útflutningin at siga, tá teir hoyra, at føroyski bankin ikki vil?, segði løgmaður.

Hann upplýsti eisini tinginum um løgfrøðiligu niðurstøðuna, sum teir serkønu í Tinganesi eru komnir til: Framtaksgrunnurin ikki er undir lógini um vinnurekandi grunnar.

Tað hevur hann ongantíð verið, men ivamálið hevur verið, hvat fór at henda, um grunnurin skuldi avtakast.

Til hetta siga løgfrøðingar í Tinganesi, at skal Framtaksgrunnurin avtakast, so skal tað gerast sambært viðtøkunum fyri grunnin.

Tað merkir, at løgmaður og danski forsætisráðharrin, sumvarða av grunninum, skulu taka støðu til, um hann skal takast av.

Løgmaður endaði sína røðu við at biða tingfólk hugsa seg væl um. Hann fór ikki at taka ábyrgdina, um tingfólkið ikki eisini tóku sín part.

Óli Jacobsen, í Verkamannafylkingini, vildi verða við, at her fór okkurt fram, sum føroyingar ikki áttu at góðtakið.

Hann sipaði til eftirlitið. Tá grunnurin var stovnaður, skuldu Fíggjareftirlitið í Danmark og Grannskoðanarnevnd Landsins hava eftirlit við grunninum, men seinni var Landsgrannskoðanin skúgvað til viks.

Óli Jacobsen tók til um nevndina og formannin í Framtaksgrunninum.


Søpla burtur

- Fyri trimum árumsíðan var formaðurin hálaður inn av gøtuni, at umsita grunnin. Hann hevur søpla burtur 22 mió. krónur eftir trimum árum. Hann sóknaðist eftir nøkrum, sum kallast nevndarálit, eins og hann spurdi til brævið frá Føroya Banka.

Henrik Old helt, at tað átti ikki at verið neyðugt við hesum uppskotinum.

- Um vit høvdu ein vanligan løgmann, hevði tað ikki verið neyðugt at sett slíkt uppskot fram, tí vanligir løgmenn høvdu greitt tinginum frá viðurskiftunum, segði Henrik Old.

Hann tók til, at Framtaksgrunnurin, bert hesar dagar málið hevur verið í tinginum, er hallið 7 mió. krónur størri, enn tá teir byrjaðu.

Henrik Old helt, at orsøkin kundi vera beinagrindir, sum duttu úr gomlum skápum á Fiskasøluni, og um tingið bíðaði longur, fór skuldin bert at verða størri.

John Petersen, landsstýrismaður minti tingfólkini á ferðina, tá bankasamanleggingin fór fram. Tá hevði Den Danske Bank hótt við at taka kredittstuðulin frá Fiskasøuni, um bankarnir ikki vóru lagdir saman.

Hann samanbar nógv umrødda brævið frá Føroya Banka í gjár, við viðurskiftini við bankasamanleggingini.


Koyr grunnin hagar piparið grør

- Um slík hóttan nú er komin, so áttu vit at avtikið Framtaksgrunnin, og latið hann farið hagar piparið grør. Handan hóttanin er ov mikið av tí góða, segði John Petersen.

Ernst Hansen, í Verkamannafylkingini og limir í fíggjarnevndini, helt, at fíggjarnevndin ikki hevði viðgjørt málið, sum tað átti. Hann helt tí, at tað var best at koyra tað aftur í nevnd.

Tað, at nýggir upplýsingar vóru komnir fram, vísti, at fíggjarnevndin hevði arbeitt undir skeivum fortreytum, men at møguleikar nú vóru betri.

Finnbogi Ískason, limur í fíggjarnevndini fyri Tjóðvedisflokkin, hevði bert tveir spurningar til løgmann, í samband við at Edmund Joensen hevði nevnt, at hann ikki tók ábyrgdina, um málið ikki varð koyrt aftur í nevnd:


Tveir spurningar til løgmann

- Ætlar løgmaður at verða sitandi, og umsita ein politikk, sum hann heldur vera óforsvarligan?

- Ætlar løgmaður, sum avleiðing av hesum málinum, at útskriva val?, spurdi Finnbogi Ísakson.

Bjørn á Heygum í Sambandsflokkinum helt, at ótryggu viðurskifti um, undir hvørjum reglum grunnurin virkaði, hevði gjørt sítt til at gera støðuna so ógreiða.

Hann helt støðuna hjá løgmanni verða torføra, tá alt soleiðis hekk í leysum lofti.

- Um nú málið skal aftur í nevnd, so skulu vit vita heilt konkret, hvat tað er sum bagir, og hvat tað er sum Føroya Banki ikki vil góðtaka, og hvørjar avleiðingar tað fær fyri feløgini í Framtaksgrunninum.

Bjørn á Heygum segði at enda, at hann fýltist á arbeiðsgongdina í tinginum, og at einki ting í heiminum arbeiddi á henda hátt.

Orðaskiftið um Framtaksgrunnin vardi allan fríggjadagin. Tað var ikki greitt, tá blaðið fór til prentingar, um málið fór aftur í nevnd.