Løgmaður ætlar at taka øll fiskiloyvi frá umstrídda garnaskipinum, Anitu.
Tað boðar hann frá beint nú.
Hann sigur, at hann ætlar at taka aftur øll veiðu- og fiskiloyvi frá skipinum, fyribils til dómur í er dømdur í revismálinum ímóti Anitu.
Áðrenn hendan avgerð verður tikin, hevur P/f Seta høvi til at seta fram síni sjónarmið.
Reiðaríið hevur freist til mikudagin 3. september at koma við viðmerkingum til avgerðina hjá Løgmansskrivstovuni.
- Tá ið revsidómur er dømdur, verður málið um afturtøku av veiðu- og fiskiloyvum hjá fiskifarinum Anitu tikið uppaftur til endaliga avgerð, sigur løgmaður.
Seinastu tíðina hevur alsamt økt trýst verið á myndugleikarnar um at taka fiskiloyvið frá Anitu, eitt nú hava øll trý manningarfeløgini heitt á løgmann um at taka loyvini frá Anitu.