Norska løgreglan avdúkar nú, hvat fór fram, tá tann 37 ára gamli Espen Andersen Bråthen 13. oktober gjørdist frá sær sjálvum og við boga og píli og knívi í norska býnum Kongsberg.
Per Thomas Omholt, sum er løgregluovasti í løgregluøkinum, upplýsti seinnapartin, at 24 fólk vórðu álopin í Kongsberg. Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.
Tilsamans fimm teirra doyðu í álopinum.
Trý hava fingið kropsligan skaða av álopinum. Hini eru rakt av »øðrum hendingum«, sigur løgregluovastin á tíðindafundinum.
– Miðað er eftir onkrum, sum eisini eru hóttur. Sum kanningin líður, kann talið av teimum, sum eru útsett fyri øðrum hendingum eisini broytast, sigur hann.
Løgreglan sigur í somu syftu, at tey framyvir fara at royna at halda upplýsingum aftur.
– Tað kemur eitt rættarmál, og vit vilja ikki føra sakina frammanundan, sigur Omholt.
Álopið byrjaði í Coop-handlinum í Kongsberg.
Har skeyt illgerðarmaðurin millum annað við boga og píli ímóti einum løgreglumanni, sum var í handlinum, og sum hevði frí.
Síðani fór hann út úr handlinum og fór ímóti einum íbúðarøki í Hyttegata.
Í Hyttegata annaðhvørt misti hann ella legði frá sær boga og píl, men drap fimm fólk við at stinga tey. Sambært Per Thomas Omholt bendir alt á, at offrini vóru tilvildarliga vald.
Fýra kvinnur og ein maður vóru dripin. Tey vóru í aldrinum 52-78 ár.
Tað er komið fram, at illgerðarmaðurin var umvendur til islam, men eitt ástøði um, at tað skuldi verið motivið til álopið, er sambært løgregluni viknað.
Per Thomas Omholt hevur á einum tíðindafundi áður sagt, at ástøðið hjá løgregluni um, at sálarsjúka er ein partur av motivinum, er styrkt.
Espen Andersen Bråthen, sum nú er fyltur 38 ár, hevur viðgingið faktisku viðurskiftini í málinum, men hevur ikki tikið støðu til, um hann hevur gjørt nakað ólógligt.
/ritzau/