Løgdu hald á kokain fyri 900 milliónir krónur

Danska løgreglan legði hald á 310 kg av kokain í Esbjerg.

Danska løgreglan gjørdi eitt ordans hál í juli, tá ein bingja varð steðgað og kannað í danska havnarbýnum Esbjerg. Í bingjuni fann løgreglan nevniliga kokain fyri eitt virði á góðar 900 milliónir krónur. Tað skrivar DR í morgun.


Tilsamans legði løgreglan hald á 310 kilo av kokaini, ið var so mikið reint, at tað kundi blandast til 1,2 tons av kokaini.


Løgreglan upplýsir í einum tíðindaskrivi, at talan er um størsta mál av sínum slag í danskari søgu.


- Aftaná at hald varð lagt á stóru mongdina av kokain, setti Task Force Vest gongd á eina stóra, loyniliga, altjóða kanning. Kanningin varð gjørd í samstarv við Ferðaliðið hjá Ríkisløgregluni og altjóða samstarvsfelagar í Hollandi og Belgia.


Higartil eru seks persónar handtiknir í Hollandi og Belgia sum úrslit av kanningararbeiðinum.