Jupiter er á veg á Fáskrúðsfjørðin í Íslandi við 2.000 tonsum av lodnu, og hava skipini nú fiskað alla ta føroysku lodnukvotuna, sum var 15.000 tons.
Tað hevur viðrað stak illa í Íslandi í seinastuni, og í síðstu viku lógu lodnuskipini og krokaðu einar fimm dagar og fóru ikki útaftur fyrr enn leygardagin.
Lodnan er nú vestanfyri, og fiskiskapurin er góður. Jupiter verður á Fáskrúðsfjørðinum seinnapartin, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.










