Álmanakkin hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum útkomin

Nú er álmanakkin hjá Kirkjuliga Missiónsfelagið fyri 2007 útkomin. Hann verður í hesum døgum seldur hús úr húsi kring landið.

Kirkjuliga Missiónsfelagið hevur síðan í fýratiárunum útgivið álmanakkan á hvørjum ári. Endamálið við álmanakkanum er at boða Guds orð og at fáa pening til vega til missiónsarbeiði.
Umframt vanligar álmanakkaupplýsingar eru bíbliuørindi til hvønn gerandisdag og prædiku tekstir í fólkakirkjuni til sunnu- og halgidagarnar.
Vinningurin av sølu av álmanakkanum fer óskerdur til missiónsarbeiðið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum í Føroyum, Etiopia, Tanzania og Kina.