Øll vita, hvat ikki má gerast

Oddagrein

Í samband við verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum og óskilið, sum Fiskiveiðueftirlitið og Fíggjarmálaráðið eru upphav til, fáa vit dag og dagliga at vita, hvat ikki má ella kann gerast.

Vit hava ein her av embætisfólki og øðrum úr sama ættarliði, ið eru kvik at fortelja politikarum og øðrum, hvat ikki má ella ikki kann gerast. Størvini á Brimli kunnu ikki setast aftur, uttan menninir søkja tey. SEV sáttmálin má ikki góðkennast. Høgni Hoydal veit at siga okkum, at man ikki politiskt má leggja upp í verkfall o.s.fr.

Mynstrið, ið gongur aftur, er at øll vita, hvat ikki má gerast ella góðtakast, men eingin veit, hvat gerast skal.

Hvat ætlar landstýrið sær at gera, fyriuttan sjálvandi at senda Fíggjarmálaráðharran til hús, um SEV slóknar av klossutheit fíggjarmálaráðharrans? Tá nyttar einki at sita í myrkri og halda uppá okkurt prinsipp, ið er útsprungið av væntandi praktiskum royndum í problemloysing.

Eitt lærubókasamfelag er lætt at stjórna, tí har siga tænastumenn ikki upp vegna alment drál, har megna partarnir á arbeiðsmarknaðinum at samráða seg fram til eina lønarjavnvág á privata arbeiðsmarknaðinum, ið er í tráð við inflatiónina og búskapargongdina annars, og har skriva kommunalir felagsskapir ikki undir lønarsáttmálar, uttan heimild. Generelt sæð er tað eitt slíkt samfelag, nýklæktir akademikarar verða utbúnir til, og tað er eitt slíkt samfelag, ið fólk uttan praktiskar royndir halda seg kunna liva alt lívið í, og gera so tilmæli ella taka avgerðir hareftir.

Tað er bert tann evarska lítli vansin, at eitt slíkt lærubókasamfelag finst ikki. Veruleikin er fløktur og fólk handla ikki altíð í tráð við ástøðum um tann økonomiska mannin, ella hvørji onnur ástøði, man nú einaferð grundar seg á.

Í tí veruliga lívinum, má man onkuntíð taka avgerðir, ið bert hugsa um tíðina frá nú av og frameftir, uttan at heingja seg í, hvør gjørdi skeivt upprunaliga. Tað kann verða við ringum tannabiti og nógv prinsipp kunnu verða svølgd, men soleiðis má tað verða viðhvørt, og neyvan er nakar royndur stovnsleiðari ella vinnulívsmaður, ið ikki hevur roynt hetta viðhvørt. Hjólini mugu haldast koyrandi, tí ongastaðni ? heldur ikki hjá Fiskiveiðueftirlitinum ella Fíggjarmálaráðnum ? kann man loyva sær tað luksus, at lata aktivitetin steðga fullkomuliga av prinsippum, ið kanska enntá eru malplaceraði vegna egið drál. At hugsa sær, um The Royal Navy ella Kongelig Dansk Marine høvdu verið noydd at lagt síni skip, vegna eina arbeiðsósemju. Slíkt kemur bert fyri í bananrepublikkum. Tað er altíð ein loysn á trupulleikum, men slíkar loysnir krevja diplomatiskt snildi - ein eginleiki, ið vit ikki júst verða undirdíkt av í hesum døgum.

Vónandi situr onkur onkustaðni í hesum landinum og hugsar um, hvat má gerast, heldur enn at koma við tingum, ið ikki mugu gerast. Óansæð hvat, so kann samfelagið ikki steðga upp. Onkur má geva seg, og tað er eingin automatikkur í tí veruliga lívinum, at tað er tann, ið hevur flestu teoretisku argumentini, ið vinnur. Vit hava brúk fyri fólki, ið duga at síggja fimm loysnir fyri hvønn trupulleika, men tíverri sær út til, at vit verða stýrd av fólki, ið síggja fimm trupulleikar til hvørja loysn.