Øll skulu sita í trygdarbelti

Í nýggja uppskotinum verður eisini sett í lógina, at framyvir skulu øll ferðandi í bili sita í trygdarbelti. Soleiðs sum lógin var áðrenn, segði hon at øll tey, ið høvdu møguleika fyri at sita í trygdarbelti, skuldi sita íbundin. Men nú verður hetta eisini hert. Framyvir verður ikki loyvi at hava fleiri ferðafólk í bilinum, enn tað eru trygdarbelti.

Somuleiðis verður heldur ikki longur loyvt at hava ferðafólk í last- ella viðførisrúmi í akfari.

Um aðrar broytingar kann nevnast, at børn kunnu ikki verða flutt í bili í barnastóli, ið vendur aftureftir, á einum sæti, sum hevur stoytkodda frammanfyri, um ikki stoytkoddin er gjørdur óvirkin.

Harafturat verða onnur herd krøv eisini sett til trygdarútgerð til børn.