Øll avgreiðsla av veiðuloyvum útsett

Seinastu dagarnar hevur eitt ávíst mál viðvíkjandi samanlegging av veiðuloyvum elvt til nógv orðaskifti.

Hetta orðaskiftið hevur avdúkað, at tað tykist vera stór politisk ósemja um tulkingar av viðkomandi ásetingum í lógini um vinnuligan fiskiskap. Politikkarar, vinna og umsiting tykjast at fata ásetingarnar ymiskt.
Lógin um vinnuligan fiskiskap gevur landsstýrismanninum heimild í kunngerð at áseta reglur fyri, hvussu fram verður farið í sambandi við samanleggingar av veiðuloyvum, og hvussu mett verður um fiskiorku. Eisini heimilar lógin landsstýrismanninum í kunngerð at gera reglur um avhending av fiskidøgum millum fiskifør í bólkunum 2, 3 og 4.
Har reglurnar ikki eru ásettar í kunngerð, hevur Fiskimálaráðið í avgreiðslu av slíkum málum fylgt fastløgdum umsitingarligum mannagongdum.
Til tess at skapa størri gjøgnumskygni í umsitingini av slíkum málum fer landsstýrismaðurin at taka stig til, at í nærmastu framtíð verða kunngerðir gjørdar, sum staðfesta tær umsitingarligu mannagongdirnar.
Øll endalig avgreiðsla av málum um samanleggingar av veiðuloyvum og avhending av fiskidøgum verður útsett, til kunngerðirnar eru endaliga lýstar og settar í verk.